Pf. M.J. Saltsøla byrjaði virksemið sítt í 1992. Tað var Mortan Johannesen sum stovnaði felagið, eftir at Pf. Føroysk Saltsøla var farið á húsagang, sum var upprunin til M.J. Saltsølu.
Føroysk Saltsøla byrjaði at selja salt í Føroyum í 1956, og var beinanvegin lagt eftir at selja dygdarsalt frá Ibiza. Tað var Hans Pauli Johannesen, faðir Mortan Johannesen, við brøðrum sínum, ið hildu, at tað var rættast at hava eina føroyska saltsølu, og við hesum var felagið stovnað.
Seinni byrjaði Saltsølan at fáast við farmaflutning, og var hetta byrjanin til endan hjá felagnum. Tað var sum hjá teimum flestu, ið høvdu við farmaflutning í 1980'unum at gera, at marknaðurin sveik við ov lágum farmaprísum og minkandi flutning. Hetta gjørdi so tað, at Mortan gjørdi av at enda virksemið á Føroysk Saltsølu, og byrja av nýggjum við M.J. Saltsølu.
Í dag er M.J. Saltsøla ein fyritøka, sum hevur funnið sær eina fasta legu í tí føroyska vinnulívinum, við einans 5 starvsfólkum, 3 á skrivstovuni og 2 í goymsluni.