Ibiza salt var í fornari tíð nevnt tað hvíta gullið. Tað vóru egyptarir, ið nýtti Ibiza saltið sum gjaldoyra, og var júst hetta saltið sera høgt í metum fyri sína framúrskarandi góðsku. Tað saltið sum egyptarnir nýttu, var ikki framleitt á sama hátt sum í dag, tá var tað saltið sum lá eftir í smærri hyljum framvið strondina, ið var tikið upp og nýtt til gjaldoyra.
Framleiðsluhátturin í dag er sum so ikki broyttur síðan vinnulig saltframleiðsla byrjaði í 15. øld, munurin er bert tann, at fyrr vóru tað menn við eirhakara og spaka, ið savnaðu saltið saman, í dag er alt við maskinum.